Privatlívspolitikkur
Dátuábyrgd
Fyri at kunna umsita .fo økisnøvn, er neyðugt hjá økisnavn.fo at handfara persónsupplýsingar. Hesin persónsdátupolitikkur greiðir frá, hvussu vit handfara tínar upplýsingar.
Økisnavn.fo hevur dátuábyrgd og samband fæst her:
Økisnavn
Tinghúsvegur 59
110 Tórshavn
Tlf.: +298 898900
T-post: okisnavn@okisnavn.fo
Heimasíða: økisnavn.fo
Innsavning og endamál
Innsavningin og viðgerðin av persónligu upplýsingunum er neyðug fyri at kunna veita tænastur til kundarnar hjá økisnavn.fo, so sum: at gera skráir; at halda samband; at veita tænastu, support og kunna senda rokningar v.m.
Harumframt hevur økisnavn.fo sambært lóg ábyrgd av at innsavna upplýsingar, ið eru neyðugar til whois-dátugrunnin. Vit innsavna ongar upplýsingar, uttan tær, ið eru neyðugar fyri at kunna halda okkara skyldur sum umsitari av .fo økisnøvnum.
Økisnavn.fo innsavnar persónsupplýsingar um skrásetara, møguligar fulltrúar, gjaldarar og um umsitarar. Persónsupplýsingarnar, sum vit innsavna, eru fyrst og fremst kontakt-upplýsingar og aðrar upplýsingar í sambandi við skráseting av økisnavni, nevniliga:
- Navn,
- Bústaður,
- Telefonnummar,
- T-postur,
- Brúkaranavn,
- IP-adressa,
- Økisnavn,
Skrásetur tú eitt økisnavn hjá einum umsitara, gert tú samstundis avtalu við økisnavn.fo. Í tí sambandi verða upplýsingar sendar frá umsitaranum til økisnavn.fo, fyri at økisnavn.fo skal kunna fremja skrásetingina í whois-dátugrunninum og seta seg í samband við teg.
Økisnavn.fo kann eisini av sínum eintingum savna og viðgera dagførdar persónsupplýsingar í sambandi við, at kontaktupplýsingar verða regluliga kannaðar. Hetta verður gjørt, fyri at
persónsupplýsingarnar, ið vit viðgera um teg, skulu vera rættvísandi.
Tað er krav, at persónupplýsingar til hvørja tíð skulu vera rættar. Tí er eisini umráðandi, at tú javnan dagførir tínar persónsupplýsingar í okkara skipan. Um økisnavn.fo sær, at feilur er í skrásetanini, heitir økisnavn.fo á skrásetara, stovn ella fyritøku um at dagføra og eventuelt broyta upplýsingarnar.
Eftirlit við kontaktupplýsingum og samleika hjá skrásetarum
Miðað verður eftir at viðgera persónsupplýsingar skilagott og gjøgnumskygt.
Samstundis sum tínar upplýsingar verða innsavnaðar, verður tú kunnað/-ur um, hvørjar hesar eru og hvat tær verða nýttar til.
Upplýsingartrygd
Hjá økisnavn.fo hevur trygd fremstu raðfesting. Vit leggja stóran dent á at verja okkara dátur, skipanir og tænastur.
Vit verja okkara upplýsingar og skipanir ímóti avdúking og aðrari óhemilaðari nýtslu. Vit tryggja, at tínar persónsupplýsingar ikki verða oyðilagdar av óvart, verða burturmistar, broyttar, almannakunngjørdar uttan heimild, umframt ímóti, at óviðkomandi skulu fáa atgongd til tær.
Upplýsingar um navn og teldupost verða í fyrsta lagi latnar økisnavn.fo og síðani verða tær sendar víðari til CentralNic í Onglandi. Allar dáturnar hjá økisnavn.fo verða
eisini goymdar á ambætarum hjá Elektron í Føroyum.
Broyting í endamáli
Skuldi so borið á, at okkum tørvar at nýta tínar upplýsingar á ein hátt, sum ikki samsvarar við okkara privatlívspolitikk, er okkum álagt at biðja teg um samtykki. Tú kanst velja at nokta fyri at geva okkum privatar upplýsingar, men so merkir tað eisini, at vit ikki kunnu veita tær tænastur, har okkum tørvar tínar upplýsingar fyri at uppfylla okkara skyldur ímóti tær.
Nýtsla av upplýsingum
Vit tilskila okkum heimild at deila persónligar upplýsingar við aðrar stovnar, sum veita tænastur okkara vegna. Kravt verður, at allir triðjapartar virða og tryggja tínar persónligu upplýsingar,samsvarandi hesum privatlívspolitikki. Vit loyva ikki triðjaparti at nýta tínar persónligu upplýsingar til teirra egnu nýtslu, men einans til ávís endamál, sum eru tilskilaði frammanundan í hesum privatlívspolitikki, og samsvarandi okkara vegleiðingum.
Sum skrásetarar, verður kravt av okkum, at vit brúka títt fulla navn, bústað, telefonnummur og t-post til tær skrásetingarnar sum skulu til, tá ið tú skrásetur fyrstu ferð, endurnýggjar ella flytur økisnavn. Hetta krevst fyri, at skrásetingin verður framd og fyri at tryggja at allar upptøkur eru rættar og dagførdar.
Vit mæla altíð til, at viðskiftafólk okkara lesa privatlívspolitikkin hjá økisnavn.fo og
økisnavnaumsitaranum, sum tit skráseta økisnøvn tykkara undir. Vit hava onga ávirkan á
privatlívspolitikkin hjá øðrum skrásetanum.
Umframt omanfyristandandi kunnu vit brúka ella geva víðari upplýsingar um teg:
I. Um tú/tit hava givið samtykki til, at upplýsingarnar verða deildar við onnur.
II. Um vit hava orsøk til at halda, at upplýsingarnar kunnu vera við til at forða fyri eini
álvarsligari, ítøkiligari og bráðfeingis hóttan móti lívi og trygd hjá einum einstaklingi ella
almenninginum.
III. Um vit hava orsøk til at halda, at ólógligur atburður hevur verið, er í umbúna ella verður
fyrireikaður og at tað kann hava týdning, at viðkomandi myndugleikar fáa fatur á
upplýsingunum.
IV. Tínar persónligu upplýsingar kunnu latast til ’whois’ tænastur, um nýtslan er neyðug fyri at kunna fremja lógligar tænastur fyri viðkomandi triðja part.
V. Fyri at tryggja ein ávísan kontinuitet, kann vera neyðugt at lata tínar upplýsingar til escrow
tænastuveitarar (bráðfeingis kontur, ið verða stovnaðar til bráðfeingis endamál), eins og til
tænastuveitarar, ið taka trygdaravrit av dátum.
VI. Vit kunnu avdúka tinar persónligu upplýsingar til lógarmyndugleikar ella til aðrar almennar myndugleikar um vit við heimild í lóg verða kravd at lata upplýsingarnar. Vit kunnu eisini nýta triðjaparts dátu-kanningartól til at vátta upplýsingarnar. Somuleiðis hava vit loyvi at lata grannskoðarum upplýsingarnar, í sambandi við at okkara skipanir verða eftirhugdar.
Til kundatænastuendamál, kunnu vit veita triðjaparti tínar persónligu upplýsingar.
Dátuviðgerðaravtala
Um vit gera avtalur við aðrar veitarar, sum skulu handfara persónsupplýsingar okkara vegna, gera vit altíð eina dátuviðgerðaravtalu, sum tryggjar okkum, at dátuviðgerðin eisini syrgir fyri upplýsingartrygd á høgum støði.
økisnavn.fo letur ikki triðjaparti persónsupplýsningar við atliti til marknaðarføring ella til annað endamál.
Strika persónsupplýsingar
Tá tínar persónsupplýsingar ikki longur eru neyðugar til tað endamál, sum tær vóru innsavnaðar, viðgjørdar og goymdar til, verða tær strikaðar.
Hóast tú t.d. uppsigur nýtslurættin til eitt økisnavn, skalt tú minnast til, at vit framvegis goyma ymsar upplýsingar. Tað snýr seg um upplýsingar, sum kunnu vera neyðugar fyri at staðfesta umráðandi viðurskifti í sáttmálatíðarskeiðinum av týdningi fyri teg ella økisnavn.fo.
Tað kunnu eitt nú vera upplýsingar av týdningi fyri at kunna staðfesta møguligt rættarkrav, sum kann standast av sáttmálaviðurskiftum millum ein skrásetara og økisnavn.fo. Vit endurskoða javnan tørv okkara fyri at varðveita upplýsingar, so vit ikki goyma fleiri upplýsingar enn neyðugt er.
Whois upplýsningar
Almenna WHOIS tænastan er ein standard partur av økisnavnaskipanum kring allan heim. Endamálið við WHOIS tænastuni er at loyva brúkarum at spyrja um eitt økisnavn, fyri at fáa at vita hvør eigur tað. WHOIS tænastan verður handfarin av einum net-grundaðum tóli og portri 43.
WHOIS tænastan hjá økisnavn.fo vísir persónligar upplýsingar, DNS,
skrásetingar- og útgongudag og seinastu dagføring av upplýsingunum (kend sum WHOIS data). Til ber at seta seg í samband við skrásetaran, umvegis WHOIS tænastuna, við einum net-frymli.
Dátur um hvørja einstaka økisnavnaskráseting verða savnaðar av økisnavn.fo í samsvari við
reglugerðir hjá økisnavn.fo.
Dagføring av persónligum upplýsingum
Vit leggja okkum eftir, at upplýsingar eru dagførdar og hóskandi fyri okkara kundar og
heimasíðubrúkarar. Fyri at kunna liva upp til hetta, er av týdningi, at tær upplýsingar, vit hava, altíð eru dagførdar. Um tú vilt hava atgongd til, ella vilt dagføra tínar upplýsingar, heita vit á teg, um at rita teg inn á tín brúkara á økisnavn.fo ella at senda okkum ein teldupost til okisnavn@okisnavn.fo.
Vit kunnu eisini sjálvi seta okkum í samband við teg/tykkum fyri at spyrja um upplýsingarnar framvegis eru rættar.
Skeivar upplýsingar verða rættaðar so títt og knapt vit fáa fráboðan frá tær/tykkum.
Rættindi og atgongd til upplýsingar
Allar tær upplýsingar, sum vit hava savnað, síggjast á brúkarakontu tíni og tú hevur altíð atgongd til hesar upplýsingar, um tú innritar teg ígjøgnum heimasíðuna økisnavn.fo.
Sambært lógini um persónsupplýsingar hevur tú millum annað fylgjandi rættindi:
- Atgongd til tínar persónligu upplýsingar (eisini kallað ”data subject access request”). Hetta loyvir tær at fáa eitt avrit av teimum persónligu upplýsingum, sum vit hava um teg og upplýsingar um hvussu vit handfara hesar upplýsingar.
- Rætta í upplýsingunum, sum vit hava um teg. Hetta loyvir tær at rætta allar skeivar ella misvísandi upplýsingar, sum vit møguliga hava um teg, tó at vit altíð leggja okkum eftir at hava dagførdar upplýsingar við atliti at tíni og okkara egnu trygd.
- Striking av persónligum upplýsingum. Hesin møguleiki loyvir tær at biðja um, at persónligar upplýsingar, sum okkum ikki tørvar at hava um teg, verða strikaðar. Legg tó til merkis, at tað kann henda, at vit orsakað av lógarásettum skyldum ikki altíð kunnu ganga tínum ynski á møti. Í slíkum føri verður tú kunnað/-ur um tað, tá ið umbønin um striking kemur.
- Mótmæla viðgerð av persónligum upplýsingum, um tú metir, at ein viðgerð ger seg inn á tíni grundleggjandi rættindi og frælsi. Tú hevur eisini rætt til at mótmæla, um vit nýta tínar persónligu upplýsingar í beinleiðis marknaðarátøkum. Í ávísum førum, har vit hava grundaða grundgeving við heimild í lóg, kunnu vit nokta tínum ynski.
- At biðja um avmarkaða viðgerð av persónligum upplýsingum. Hetta loyvir tær at biðja okkum um at steðga viðgerðini av persónligum upplýsingum, um tú ert í holt við at strika tínar tænastur og steingja brúkarakontu tína, ella tú hevur tørv á, at vit varðveita dáturnar, í sambandi við lógarverju, ella onnur føri, har vit vanliga høvdu strikað ella anonymiserað tínar dátur.
- At biðja um at flyta tínar persónligu upplýsingar til ein triðja part. Vit loyva tær at avrita upplýsingar, sum vit hava um teg. Um tú ynskir at flyta økisnavnið til ein annan økisnavnaumsitara, kanst tú skriva til okkum á okisnavn@okisnavn.fo
- Samtykki kann altíð takast aftur. Hetta kann tó ikki afturvirkandi ávirka nakra viðgerð, sum lógliga er framd frammanundan afturtøkuni. Um tú tekur aftur samtykki, kann tað hava ta ávirkan, at vit ikki eru før fyri at veita tær ávísar tænastur. Um tú letur inn fráboðan um afturtøku av samtykki, verður tú kunnað/-ur um tær møguligu vørur og tænastur, ið verða ávirkaðar.
- Umframt at vit nýta farspor og loggar, nýta vit sjálvvirkandi funkur í sambandi við okkara tænastur, sum nýta tínar persónligu upplýsingar.
Tá talan er um eina ip-adressu, sær økisnavn.fo við atliti at trygdini í skipanini bert hvat land talan er um.
Ynskir tú at nýta tíni rættindi, sum tilskilað omanfyri, heita vit á teg um at seta teg í samband við okkum á okisnavn@okisnavn.fo
Meiri kunning
Vit seta okkum í samband við teg, um tørvur er á tí, fyri at tryggja okkum, at vit hava fatur á rætta persóni og fyri at tryggja tær rættindi til tínar persónligu upplýsingar ella fyri at tryggja tær tíni rættindi annars. Hetta verður gjørt fyri at tryggja okkum, at eingin óviðkomandi fær atgongd til tínar upplýsingar. Vit kunnu eisini seta okkum í samband við teg, um tað er neyðugt fyri at skunda undir eina viðgerð.
Svartíð
Vit stremba eftir at svara øllum fyrispurningum innan ein mánaða. Av og á kann tað taka okkum longri tíð, herundir um fyrispurningurin er serliga torførur at svara, ella um fleiri fyrispurningar eru í sama tíðarskeiði. Í øllum førum er okkara skylda at kunna teg um broytingar í svartíðini.
Frával
Hevur tú aktivt valt tað, kunnu vit senda tær kunning um okkara tænastur. Fyri at velja kunning frá, ber til at trýsta á ’melda frá’ knøttin niðast í t-postinum frá økisnavn.fo
Samband og klagur
Tørvar tær meiri upplýsingar um okkara privatlívspolitikk, ella um tú ynskir at klaga um hvussu vithava handfarið tínar persónligu upplýsingar, heita vit á teg um at seta teg í samband við okkum á okisnavn@okisnavn.fo.
Snýr tað seg um hvussu vit hava handfarið persónligar upplýsingar, seta vit okkum í samband við teg alt fyri eitt, og samstarva fyri at loysa trupulleikan.
Tú kanst eisini klaga til Dátueftirlitið, um tú er ónøgd/ur við okkara handfaring av tínum persónligu upplýsingum. Dátueftirlitið hevur heimasíðuna dat.fo.
Fleiri upplýsingar um General Data Protection Regulations in the European Union, sum hesar leiðreglur eru grundaðar á, eru at finna á GDPR kunningarportalinum: gdpr.eu