Loading...  Vinarliga bíða...

OSS

Um tú ikki finnur svar uppá tín fyrispurning, og tørvar meiri hjálp, biðja vit teg vinarliga senda kundatænastuni ein t-post: . Vit royna at svara innan 24 tímar, men minst til at hyggja í Spam, um svarið ikki kemur fram.



  • SP: Hvør er TLD Registrar Solutions?
  • SV: TLD Registrar Solutions Ltd (TRS) eru ein ICANN Accredited Registrar, sum veitir økisnavnaskráseting og umsitingartænastur gjøgnum okisnavn.fo heimasíðuna. Allir sáttmálar, sum verða gjørdir á hesi síðu, um ikki annað er viðmerkt, verða gjørdir við TRS.
  • SP: Kann eg skráseta eitt økisnavn, um eg ikki eri klárur at brúka tað?
  • SV: Ja, tú kanst lata tað standa parkerað hjá .FO so leingi tú ert skrásett/ur.
  • SP: Hvussu tillagi eg navnaambætararnar fyri mítt økisnavn?
  • SV: Fyri at tillaga navnaambætararnar fyri títt økisnavn:
    1. Innrita við tínum t-posti og loyniorði
    2. Trýst á økisnavnið tú vilt tillaga
    3. Skriva navnaambætararnar í teigarnar Hýsingarnavn
    4. Klikk 'Legg navnaambætara aftart' um tær tørvar fleiri navnaambætarar
    5. Trýst á 'Goym broytingar' fyri at goyma tínar broytingar í navnaambætaraupplýsingunum
    Minst til! Tað kunnu ganga 24 tímar, áðrenn broytingin er komin ígjøgnum skipanina.
  • SP: Hvussu dagføri eg kontaktupplýsingar á míni kontu?
  • SV: Fyri at dagføra tínar kontaktupplýsingar:
    1. Innrita við tínum t-posti og loyniorði
    2. far til 'Kontuuppseting' á valmyndini
    3. Skriva tínar nýggju kontaktupplýsingar í teigarnar og trýst á 'Dagfør upplýsingar'
    LEGG TIL MERKIS: Um tú dagførir kontaktupplýsingarnar, sum hava við tína egnu brúkarakontu at gera, fært tú ein t-post, har tú mást vátta tínar upplýsingar av nýggjum.
  • SP: Hvussu kann eg rætta kontaktupplýsingar í sambandi við eitt økisnavn á míni kontu?
  • SV: At dagføra tínar kontaktir:
    1. Innrita við tínum t-posti og loyniorði
    2. vel 'Umsit kontaktpersónar' í valmyndini
    3. Tínar kontaktir síggjast og kunnu rættast á hesi síðuni. LTM: Allar broytingar í eini kontakt, vera galdandi fyri øll tilknýti sum økisnavnið hevur.
    LTM: Í serligum førum, tá ið kontaktupplýsingar verða dagførdar, kanst tú verða biðin um at vátta tínar upplýsingar við t-posti.
  • SP: Hvussu endurnýggi eg eitt økisnavn?
  • SV: At endurnýggja eitt økisnavn:
    1. Innrita við tínum t-posti og loyniorði
    2. Trýst á økisnavnið, sum tú vilt endurnýggja
    3. trýst 'Endurnýggja' við síðuna av útgongudagfestingini
    4. LTM: Økisnøvn kunnu ikki endurnýggjast fyrr enn eina viku eftir, at tey fyrstu ferð verða skrásett.
    5. Trýst á kassarnar við síðuna av økisnøvnunum á 'Samanumtøka' síðuni og trýst á 'endurnýggja' fyri at endurnýggja fleiri samstundis.'
  • SP: Hvat er økisnavna-forwarding?
  • SV: Okkara forwarding tænasta loyvir tær at senda títt økisnavn til eina núverandi heimasíðui. Fyri at uppseta forwarding fyri títt økisnavn, mást tú nýta víðkaða DNS umsitaran.
  • SP: Hvussu flyti (transfer) eg mítt økisnavn til eina annan skrásetara?
  • SV: Fyri at flyta (transfer) títt økisnavn, tørvar tær at generera eina Auth/Transfer kotu. Tá ið tú ert innritað/ur, kanst tú trýsta á økisnavnið og síðani nýta 'Generera kotu' knøttin ovast á síðuni. Auth/Transfer kotan verður send til tann, sum stendur sum umsitari fyri økisnavnið.

    Nýggi økisnavnaumsitari tørvar hesa Auth-/Transfer-kotu, fyri at seta transfer í verk.
  • SP: Hvussu flyti eg mítt økisnavn til eina aðra okisnavn.fo kontu?
  • A: To transfer your domain name to another okisnavn.fo account you will need to generate the Auth/Transfer code. Once logged in, click on the domain name and then use the 'Generate code' button at the top of the page. The Auth/Transfer code will be emailed to the Administrative Contact for the domain name.

    Henda Auth/Transfer kota kann latast eini nýggjari kontu, so at tey kunnu íverkseta eina transfer.
  • SP: Kostar tað nakað, um eg flyti mítt økisnavn við transfer?
  • SV: Nei. Transfer flytingar eru ókeypis.
  • SP: Hvussu seti eg meg í samband við kundatænastuna?
  • SV: Send tín fyrispurning við t-posti til support@okisnavn.fo
    Vit gera okkara besta at svara øllum fyrispurningum innan 24 tímar.
  • SP: Hvussu kann eg fráboða, at eitt økisnavn frá .FO brýtur vørumerkiverjulógina?
  • A: Tað er eitt Uniform Dispute Resolution Policy (UDRP) sum er galdandi fyri øll Generic Top Level Domain (GTLD) økisnøvn íroknað .FO økisnøvn. Vinarliga les ICANN' vegleiðingarnar viðvíkjandi UDRP mannagongdum, fyri at kunna teg um, hvussu tú kanst fremja títt krav.
  • SP: Hvat er Víðkaður DNS umsitari?
  • SV: Víðkað DNS umsiting er ein ókeypis tænasta, sum loyvir tær at seta og umsita tíni økisnøvn á roynda DNS undirstøðukervinum hjá okkara registry tænastuveitara, CentralNic USA.
    Set økisnavn títt upp við Víðaða DNS umsitaranum:
    1. Innrita á tína brúkarakontu og trýst á økisnavnið
    2. Trýst á 'Víkað DNS umsiting' undir Navnaambætara-uppseting
    3. Vátta, at tú hevur lisið og góðtekur viðskiftatreytirnar
    4. Klikka á 'Virkja økisnavn í Víðkað DNS'
    Tá ið víðkaði DNS umsitarin er virkin á tínum økisnavni, kanst tú sjálv/ur umsita tínar DNS records:
    1. Tú hevur fult ræði á tinum sonudátum
    2. Tú kanst leggja so nógvar A/AAAA/MX/CNAME/TXT records aftrat tíni sonufílu, sum tær lystir
    3. Tú kanst seta upp Web Forwarding og senda títt økisnavn til eina aðra slóð, sum finst frammanundan.
  • SP: Hvat er Whois Privacy?
  • Sv: Tá ið tú skrásetur eitt økisnavn, verða tínar kontaktupplýsingar sjónligar í almennu Whois recordini. Vilt tú hava tínar persónligu upplýsingar privatar og vardar, kunnu Whois Privacy Ltd seta sínar upplýsingar inn ístaðin fyri tínar. Whois Privacy Ltd tænastan kann keypast frá tínum økisnavnaumsitara:
    1. Fyri at keypa WHOIS Privacy: Vel økisnavn/nøvn av Kontuyvirlit-síðuni og trýst á 'Private Whois'.
    2. Við at keypa privat whois, gongur tú undir treytirnar, sum eru niðanfyri: http://www.whoisprivacy.la/agreement
  • SP: Hvussu striki eg mítt økisnavn?
  • SV: Fyri at strika títt økisnavn:
    1. Innrita og trýst á økisnavnið, sum tú vilt taka burtur.
    2. Far til 'Strika økisnavn' niðast á síðuni og trýst á 'Strika'.
    3. Henda atgerð merkir, at økisnavnið verður markað til at vera strikað, somuleiðis allar tilknýttar tænastur.
    4. Atgerðin kann ikki angrast og endurgjald verður ikki latið.
  • SP: Mítt økisnavn er í bíðistøðu til at vera strikað. Hvussu kveiki eg tað aftur?
  • SV: Um økisnavn títt gekk út fyri fleiri enn 44 døgum síðani, stendur tað nú fyri at vera strikað. Tú mást innrita á tína brúkarakontu og endurnýggja tað, fyri at kveikja tað aftur. Hetta gert tú við at trýsta á knøttin 'Endurnýggja' í valmyndini 'Tíni økisnøvn'. Økisnøvn kunnu kveikjast eftir at hava verið 30 dagar í bíðistøðu. Eftir tað kemur eitt gjald fyri at endurnýggja. Sí okkara politikk um hvat hendir, tá ið økisnøvn ganga út: Deletion and Auto-Renewal Policy
  • SP: Hvussu nógv kostar tað at endurreisa eitt økisnavn, sum er útgingið?
  • Tað kostar kr300 at endurreisa .fo økisnøvn.