Nýggj skipan og nýggir prísir

Nú er Samleikin virkin á økisnavn.fo, og prísirnir eru dagførdir

For English scroll down

Seinasta  árið hevur verið merkt av skiftinum til eina føroyskt menta umsitingarskipan. Broytingin var neyðug, tí fyrrverandi skipan varð ikki ment longur.

Skiftið av skipan gjørdi, at vit kundu fáa eina skipan eftir okkara kravfesting og tykkara tørvi, eina skipan, ið hevur flutt umsitingina av føroyskum økisnøvnum og sum setur eitt eyka fokus á trygd og brúkaravinsemi.

Vit eru komin eitt langt fet á leiðini, nú Samleikin er virkin á skipanini. Minst til at brúka teldupostbústaðin, ið tú hevur skrásettan í skipanini hjá okkum at rita inn við, fyrstu ferð tú ritar inn við samleikanum, á tann hátt fært tú lætta atgongd til tíni skrásettu økisnøvn.  

Økisnavn hevur somuleiðis gjørt stórar íløgur í trygdina. Sum partur av kritiskum infrakervi, eru krøvini stór, bæði frá myndugleikum, kundum og samstarvsfeløgum.

Nýggir prísir

Nógvu krøvini, íløgurnar og príshækkingar av veitingum gera tað neyðugt, at hækka prísin á økisnøvnum úr 350 kr. um árið upp í 400 kr. um árið íroknað mvg.

Príshækkingin er galdandi frá 14. apríl 2025. Økisnøvn, ið eru goldin frammanundan, verða ikki rakt av hækkingini.

Broytingar í reglugerðini

Reglugerðin fyri .fo økisnøvn er dagførd, fyri at tryggja størri gjøgnumskygni og skapa greiðari mannagongdir, og ikki minst fyri at geva okkum betri og skjótari amboð at steðga phishing og øðrum ólógligum virksemi. Somuleiðis er Whois nú opið, fyri at tryggja best møguligt gjøgnumskygni.

Tú kanst lesa reglugerðina fyri Økisnavn her.

New Website and New Prices

The past year has been marked by the transition to a new front end system. This change was necessary because the previous system was no longer developed.  

At the same time, the new system allows us to meet our requirements and your needs better—a system that has modernized the management of Faroese domain names, emphasizing user-friendliness and security.  

We are happy to announce, that now the integration with the digital identity Samleikin, is available. When you login in the first time with Samleikin, make sure to use the mail adress, that you have registered in our system, to get easy access to your domains.

Økisnavn has also made significant investments in security. As part of critical infrastructure, the demands are high—from authorities, customers, and partners.

New Prices

The extensive requirements, investments, and rising costs of services make it necessary to increase the price of domain names from 350 DKK per year to 400 DKK per year, VAT included. This price increase will take effect on April 14, 2025. Domain names already paid for in advance will not be affected by the price increase.  

Changes to the Regulations

The domain name regulations have been updated to ensure greater transparency and clearer procedures, but most importantly, to provide better and faster tools to combat phishing and other illegal activities.  We have also opened up for Whois in the system, to create better transparency.

You can read the regulations for Økisnavn here.