Nýggj heimasíða úti

Nú er nýggja Økisnavn.fo síðan tøk

Endiliga er nýggja heimasíðuskipanin hjá Økisnavn.fo tøk, við nýggjum funkum og sniði. Tú kanst rita inn á skipanina og finna tíni økisnøvn.

Sum nakað nýtt eru brúkarar á Økisnavn.fo nú persónligir. Hava tit verið fleiri um at samstarva um eitt økisnavn, kunnu tit nú knýta sama økisnavn at ymiskum brúkarum, antin sum eitt toymi ella við at deila tað við einstakar brúkarar. Hóast tú hevði ein brúkara á gomlu skipanini, skalt tú skráseta teg av nýggjum.

Eftir summarferiuna verður Samleikin knýttur at Økisnavn.fo.

Skjótt verður latið upp fyri whois

Ein broyting á nýggju síðuni er, at vit fara at dagføra sokallaðu whois vísingina. Hetta er eitt yvirlit sum vísir, hvør hevur skrásett eitt økisnavn, ið ikki er til taks.

Uppsetingin við upplýsingum verður einfaldari og snøggari, og fer at tryggja gjøgnumskygni.

Tá nýggja vísingin verður løgd út á síðuna, ber til hjá øllum at leita fram eitt økisnavn og síggja hesar upplýsingar um økisnavnið:

  • Navn, bústað og telefonnummar hjá skrásetaranum
  • Nær økisnavnið av fyrstan tíð varð skrásett
  • Navnaambætararnar

Hesar upplýsingarnar verða tøkar á www.økisnavn.fo 1. september 2024.

English summary

Review your domain information on our relaunched website

The upgrade on our website is now complete. Users on Økisnavn.fo are now personal, and several users can collaborate on the same domain name. You can sign in either with the same e-mail address of an existing user, or you can create a new user and reclaim your domain names.


Later this year we will make the whois registry public. This will ensure transparency for all Faroese domains in compliance with Faroese jurisdiction.

Until then you can edit the information about domains by signing in on økisnavn.fo

Please do not hesitate to reach out should you have any questions.