Keypstreytir fyri økisnavn.fo

Nýtslutreytir fyri tillutan, umsiting og striking av økisnøvnum á landøkinum .fo á alnetinum.


Hesar nýtslutreytir eru galdandi fyri skráseting og útvegan av økisnavnatænastum frá
økisnavn.fo, Tórshavn,V-tal: 540528, og tess skrásetta bústaði:
Tinghúsvegur 59, FO-110 Tórshavn, Føroyar.

1. Nýtslurættur til .fo økisnavn

Fyri at fáa nýtslurætt til eitt økisnavn krevst, at ein skrásetari verður stovnaður talgilt á økisnavn.fo. Skrásetarin skal m.a. upplýsa navn, t-post, telefonnummar og upplýsingar um gjaldskort, at rinda fyri nýtslurættin.  
 
Tá ið goldið er fyri nýtslurættin til eitt økisnavn, er keypið endaligt. FO-ráðið hevur ikki skyldu at kanna, um økisnavnið ger seg inn á rættindi hjá 3. manni til navna- ella vørumerki. 
 
Nýtslurætturin til .fo økisnavnið varir so leingi, sum goldið verður fyri henda rættin. Sí 8. Gjøld 

2. Almennar ásetingar um økisnøvn

Í økisnavninum kunnu vera stavir úr føroyska og enska stavraðnum, tøl og bindistrikur (-), tó kann bindistrika ikki standa fremst ella aftast í økisnavninum.

3. Rættar skrásetaraupplýsingar

Ein skrásetari hevur til eina og hvørja tíð skyldu at tryggja, at teirra upplýsingar eru rættar, soleiðis at tað altíð ber til at fáa at vita, hvør skrásetari stendur aftan fyri eitt økisnavn. 

Økisnavn hevur, í sambandi við eftirlit, rætt til at kanna, um skrásetaraupplýsingarnar eru rætt skrásettar, og at heita á skrásetara um at fáa viðurskiftini í rættlag.  

Um ein skrásetari ikki hevur skrásett røttu upplýsingarnar í seinasta lagi 25 dagar eftir fráboðan um óreglusemi, kann Økisnavn taka stig til at siga upp avtaluna við skrásetara, herundir øll navnaøki, ið skrásetarin hevur skrásett. 

Boð frá Økisnavni til skrásetara verða send talgilt til skrásetara á skrásetta teldubústaði. Økisnavn hevur rætt at siga upp avtaluna, eisini hóast skrásetari av onkrari orsøk ikki hevur fingið boðini. 

Whois 

Upplýsingar um skrásetara av økisnøvnum eru tøkar í Whois skrásetingini.  

4. Ábyrgd

Tá ið skrásetari hevur fingið nýtslurætt til eitt økisnavn eftir hesi reglugerð, merkir tað ikki sjálvvirkandi, at skrásetarin av somu orsøk hevur rætt til navnið í øðrum samanhangi. Kærur frá 3. manni móti brúki av økisnavni skulu altíð kærast til tann, ið hevur skrásett økisnavnið, vísandi til nr. 3.  
 
FO-ráðið ábyrgdast ikki fyri nýtsluna hjá skrásetara av økisnavni ella fyri innihaldi á eini møguligari heimasíðu. 
 
Tað er skrásetarin, sum hevur ábyrgdina av at tryggja sær, at skráseting av økisnavni ikki er í stríð við føroyska lóggávu og rættin hjá triðja manni.

5. Ólóglig nýtsla av økisnavni

Økisnavn tilskilar sær rættin til uttan ávaring at óvirkja eitt økisnavn, um skrásetari brýtur góðan økisnavnasið við at nýta økisnavnið í sambandi við váða fyri fíggjarligan kriminalitet, álop á KT-útgerð, t.d. phishing og malware-útbreiðslu, og/ella innihald við sera álvarsligum ágangi; ella um økisnavnið verður brúkt í sambandi við ólógligt virksemi.  

Økisnavn boðar skrásetara frá um ógildan. Ógildaða økisnavnið verður sett í karantenu í fýra vikur, og verður síðan strikað.  

Økisnavn tilskilar sær rættin at nokta skrásetara at hava økisnøvn skrásett hjá Økisnavni, um viðkomandi í minst tveimum førum hevur fingið økisnavn ógildað. 

6. Uppsøgn av økisnavni

Skrásetari kann siga eitt økisnavn upp, við at rita inn á sín vanga á økisnavn.fo.  
Skrásetari hevur ikki rætt til endurgjald fyri tíðina, ið eftir er av gjaldstíðarskeiðnum. 
 
Tá ið uppsøgnin er skrásett í skipanini, verður viðkomandi økisnavn tikið úr skrásetingini og verður tøkt hjá øðrum at skráseta

7. Ávaring og striking

Ávaring verður send skrásetara umvegis teldupost, um gjald fyri eitt økisnavn ikki er goldið rættstundis. 
Skrásetarin hevur 40 dagar at fáa gjaldsviðurskiftini í rættlag, áðrenn økisnavnið verður tøkniliga strikað. 
Letur skrásetarin ikki við seg koma 20 dagar eftir, at eitt økisnavn er tøkniliga strikað, verður økisnavnið endaliga strikað og skrásetarin missir rættin til økisnavnið. 
 
FO-ráðið kann somuleiðis strika økisnavn, um skrásetari brýtur reglugerðina, ella um rættaravgerð fyriliggur, og í einum slíkum føri kann økisnavnið verða strikað uttan ávaring. 

8. Gjøld

Økisnøvn verða goldin, tá ið skrásett verður, og gjaldið kann í minsta lagi vera fyri eitt ár. 
 
Kostnaðurin er frá 14. apríl 2025 kr. 320,- u/mvg, ella kr. 400,- v/mvg um árið.  

Skrásetarin kann gera sjálvvirkandi gjaldsavtalu í skipanini. 
 

FO-ráðið tilskilar sær rætt til at broyta ársgjaldið, og verður hetta fráboðað á heimasíðuni økisnavn.fo 
 
Tíðarskeiðið, sum økisnavnaskrásetingin fevnir um, er eitt heilt árstal millum eitt og tíggju ár. Økisnøvn kunnu endurnýggjast fyri eitt ella fleiri ár, um tú rindar áløgdu upphæddina fyri endurnýggingina rættstundis. 

9. Alment

Gjald 
Teknar ein skrásetari eitt hald, verða gjøldini trekt av skrásetta gjaldskortinum árliga á sama degi, sum haldið varð teknað.  
Vit goyma gjaldskortsupplýsingarnar fyri at lætta um komandi transaktiónir.  

Tekna hald 
Skrásetari teknar hald til sjálvvirkandi endurnýggjan við at rita inn á økisnavn.fo.  

Strika hald 
Við at rita inn á økisnavn.fo ber til at strika skrásett økisnøvn  

Kvittan fyri gjald 
Skrásetarar fáa eina kvittan fyri gjøld av økisnøvnum við telduposti.  

Nýtslutreytir 

Í sambandi við stovnan av talgildum skrásetara á økisnavn.fo skal skrásetarin eisini vátta at hava lisið og góðtikið hesar nýtslutreytir. 

Endurskoðað seinast 17-03-2025