Økisnavn |
|
Í 2020 varð latið upp fyri at brúka føroyskar stavir í økisnøvnum. Brádliga kundu stavirnir ð, ó, ý, á, í, ø, æ, ú nýtast til at gera økisnøvnini føroysk, so at brúkarin nú fær júst tað navnið, sum hann ynskir. Trýst á myndina fyri at síggja filmin, sum vit góvu út í hesum sambandi.
Økisnavn.fo er nú dagført við nýggjum hentleikum og enn betri trygd. Hetta er enn eitt stig á leiðini hjá navnaøkisveitaranum, fyri at tryggja, at føroysku navnaøkini verða umsitin í best møguligu karmum. Trýst á myndina fyri at síggja film, sum greiðir frá DNSSEC.
Skrásett økisnøvn við føroyskum stavum
Skrásett føroysk økisnøvn íalt
Melda teg til okkara tíðindabræv og fá tíðindi, tá vit gera broytingar og annað.